OL


Í samband við olympisku leikirnar og paralympisku leikirnar verður nógv virksemi í
London í tíðarskeiðunum 27. juli til 12. august og 29. august til 9. september. Fleiri
milliónir fólk fara at vitja í London í hesum tíðarskeiðum, og kemur tað tískil at seta
dám á býin. Væntast kann at hetta kemur at ávirka býin nógv, serliga samferðsluna í
býnum.

 

Undir olympisku og paralympisku leikunum verður óivað stórur veitslurómur í London og í
Bretlandi sum heild. Fleiri túsundtals ítróttarfólk fara at kappast í nógvum ymsum
ítróttagreinum og fleiri milliónir fólk væntast at koma at hyggja og eggja ítróttarfólkunum.
Hetta hevur við sær, at nógv meiri virksemi verður í London enn vanligt. Tískil er gott at
taka ymisk fyrivarni, tá vitjað verður í hesum tíðarskeiðum.

 

Mælt verður til at:

. ansa væl eftir lummatjóvum, serstakliga í toki, bussum og øðrum flutningsførum
umframt á matstovum
. hava fartelefon uppiá sær alla tíðina
. goyma virðismiklar lutir so sum gjaldskort, pass, mynda- og upptøkutól o.l. væl og á
einum tryggum stað
. tú ikki letur gjaldskort, fartelefon og aðrar virðismiklar lutir fara úr eygsjón
. goyma pening so trygt og ósjónligt sum gjørligt
. tú kunnar teg væl um samferðlumøguleikarnar og fert avstað í góðari tíð
. tú fylgir við veðurforsøgnunum, tí veðrið kann vera sera skiftandi
. tú teknar tær ferðatrygging áðrenn tú fert avstað


 

Fleiri góð ráð, kunning um trygd og hentar kontaktupplýsingar eru at finna á heimasíðuni hjá
donsku sendistovuni í London – www.storbritannien.um.dk

 

Samferðslan í London

Lættasti háttur at ferðast í London er at brúka undirgrundartokini. Ávísar undirgrundarstøðir
komaundir stórt trýst á ávísum tíðum á degnum. Á heimasíðuni
www.getaheadofthegames.com ber til at síggja, hvørjar støðir verða serliga ávirkaðar og
nær á degnum hetta er galdandi. OL-fyriskipararnir mæla fólki til at møta á staðnum í sera
góðari tíð. Trygdareftirlit, ið minnir um trygdareftirlitið á flogvallum, er við inngongdir til
tiltøkini, og hetta kann taka tíð. Eisini eru reglur um, hvat fyri lutir kunnu takast við inn til
tiltøkini. Les meira um trygd her:http://www.london2012.com/spectators/visiting/safety-and-
security/

 

Navnframu Balck Cabs hýruvognarnir eru lættir at steðga á gøtunum, og eru eisini til taks á
hýruvognssteðgiplássum runt í býnum. Mælt verður til einans at nýta góðkendar
hýruvognar.

 

Hjálp

Tørvar tær hjálp til eitthvørt, ber til at venda sær til sokallaðar London Ambassadors, sum
eru hjálparfólk, ið eru at finna runt í býnum. Hesi hjálparfólk kunnu millum annað greiða tær
frá, hvar tú ert stadd/ur og hvussu tú kemur hagar tú ætlar.


 

Eisini ber til at venda sær til løgreglufólk í býnum, um einum tørvar hjálp.

 

Sendistova Føroya í London í samstarvi við Sendistovu Danmarkar í London hjálpir og
vegleiðir eisini føroyingum og donskum ríkisborgarum, ið hava tørv á t.d. einum neyðpassi
ella eru í neyðstøðu. Í samband við OL hevur danska sendistovan opið heilt til kl. 20
gerandisdagar og veitir borgaratænastur sínar til vanligan kostnað.

 

 


« Aftur
Kalendarin hjá løgmanni
september 2012 | Í dag
Mi
Fr
Le
Su
 
 
 
 
 
1
2
5
6
7
8
9
10
11
13
14
15
16
17
18
19
20
22
23
Samband

Løgmansskrivstovan

Prime Minister´s Office

Tinganes

Postrúm 64

110 Tórshavn

Tlf: +298 306000

Fax: +298 306015

Teldupostur: info@tinganes.fo

 

Avgreiðslutíðir

má.- hó. 8:00 - 16:00

frí. 8:00 - 15:00

Tíðindaskriv


dirseo boadir atextlink dironfire chrome dir bestdirectory batdir frog dir