Starvsfólkapolitikkur landsins


Í mars 2003, varð málsøkið starvsfólkapolitikkur flutt frá løgmanni til landsstýrismannin í fíggjarmálum at fyrisita. Hevur tú spurningar um starvsfólkapolitikk, eigur tú tí at venda tær til Fíggjarmálaráðið, lønardeildina, tlf. 352200.

 

 

Fram til 2002 var arbeiðið at orða høvuðspartarnar í almenna starvsfólkapolitikkinum skipað undir leiðslu av Løgmansskrivstovuni. Politikkir vóru orðaðir fyri 10 ymisk øki, og eru politikkirnir tøkir á heimasíðuni, sí niðanfyri.

 

Starvsfólkaumboð úr ráðum og stovnum hava orðað einstøku partarnir undir leiðslu av Løgmansskrivstovuni. Allir partar av starvsfólkapolitikkinum hava verið sendir landsfyrisitingini og yrkisfeløgum til ummælis og viðgerðar. Eftirfylgjandi eru partarnir tillagaðir.

 

 

Formæli til starvsfólkapolitikk landsins

Starvsfólkapolitikkur landsstýrsins setur karmar fyri tí høvuðspolitikki, sum er galdandi í almennu fyrisitingini.

 

Starvsfólkaviðurskifti, sum eru ásett í lóg, sáttmála og reglugerð, eru ikki endurgivin í starvsfókapolitikkinum, og ansast má tí eftir, at slíkar ásetingar eisini verða fylgdar, tá talan er um at fremja starvsfólkapolitikkin í verki.

 

 

Starvsfólkapolitikkurin verður givin út í pørtum. Hetta fyri at fyrisitingin skal fáa tíð til at seta partarnar í verk, so hvørt sum teir koma út. Á henda hátt fær einstaki stovnurin eisini høvi til at elva til kjak og fáa íblástur til at menna starvsfólkapolitikkin á staðnum.

 

Starvsfólkapolitikkurin fer tí eisini at innihalda vegleiðingar og dømi um, hvussu nærri kann verða fyriskipað í sambandi við ávís viðurskifti.

 

 

Ætlanin er, at starvsfólkapolitikkurin, sum amboð, skal elva til, at nádd verða tey høvuðsmál, sum landsstýrið hevur boðað frá, og tey mál, sum einstaki stovnurin setur sær.

 

 

Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri

 

 

Orðaðir politikkir

 

Samband

Løgmansskrivstovan

Prime Minister´s Office

Tinganes

Postrúm 64

110 Tórshavn

Tlf: +298 306000

Fax: +298 306015

Teldupostur: info@tinganes.fo

 

Avgreiðslutíðir

má.- hó. 8:00 - 16:00

frí. 8:00 - 15:00

Tíðindaskriv


dirseo boadir atextlink dironfire chrome dir bestdirectory batdir frog dir