Sendifólkastørvini í Keypmannahavn og til Evropasamveldið eru sett


Kate Sanderson er sett í starv sum sendikvinna til Evropasamveldið, og Sigmundur Ísfeld er settur í starv sum sendimaður í Keypmannahavn. Størvini vóru lýst leys at søkja innanhýsis á Løgmansskrivstovuni.
 
Kate Sanderson er 51 ára gomul, útbúgvin Master of Philosophy, University of Sydney, Avstralia. Kate hevur arbeitt í fyrisitingini síðan 1986. Hon var fyrsti stjóri í NAMMCO, Norðuratlantsnevndini fyri umsiting av havsúgdjórum 1993-1998. Hon hevur síðan 1998 verið fulltrúi og serfrøðingur á Løgmansskrivstovuni og í Fiskimálaráðnum, og hon er deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni fyri hav, handil og umhvørvi. Kate Sanderson hevur umboðað Føroyar í ymsum millumlanda samstarvi og samráðingum, m.a. sum sendinevndarleiðari og samráðingarleiðari.
 
Sigmundur Ísfeld er 46 ára gamal, útbúgvin Cand.polit, Universitetet i Bergen, Noregi. Hann var fulltrúi í Vinnumálaráðnum 1996-1998, har  hann m.a. hevur umsitið ferðavinnumál, og verið fulltrúi og serfrøðingur á Løgmansskrivstovuni 1998-2005. Sigmundur Ísfeld var sendimaður Føroya í London 2005-2008 og  er deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni  fyri alment diplomati.
 
Nýggju sendifólkini taka við 1. september 2012. Tey eru sett í trý ár.

« Aftur
Kalendarin hjá løgmanni
juni 2012 | Í dag
Mi
Fr
Le
Su
 
 
 
 
1
2
3
4
6
7
9
10
18
20
21
22
23
24
26
27
28
29
30
 
Samband

Løgmansskrivstovan

Prime Minister´s Office

Tinganes

Postrúm 64

110 Tórshavn

Tlf: +298 306000

Fax: +298 306015

Teldupostur: info@tinganes.fo

 

Avgreiðslutíðir

má.- hó. 8:00 - 16:00

frí. 8:00 - 15:00

Tíðindaskriv


dirseo boadir atextlink dironfire chrome dir bestdirectory batdir frog dir