Uttanríkispolitikkur

Samhandil og samstarv við umheimin er grundarlag undir vøkstri og vælferð í Føroyum. Alheimsgerðin ger fjarstøðuna millum lond minni og skapar nýggjar marknaðir og samstarvsmøguleikar. Ein virkin uttanríkispolitikkur er tí lykil til at menna samfelagið í 21. øld.
Uttanríkistænastan hevur til uppgávu at røkja føroysk áhugamál úti í heimi. Uttanríkistænastan situr fyri uttanlandsmálum og millumlandaviðurskiftum, og varðar av føroyska limaskapinum í fleir- og millumtjóðafelagsskapum.
Uttanríkispolitikkur Føroya er stigvíst mentur seinastu árini, serliga eftir at Danmark í 1973 gjørdist limur í EF (nú ES) og tískil bundið av felags evropeiska fiskivinnupolitikkinum. Ein varði var, tá ið Føroyar sum eitt hitt fyrsta landið í Vesturheiminum í 1977 gjørdu fiskirættindasáttmála við Sovjetsamveldið (nú Russland). Føroyar eru ikki við í ES limaland, men hava gjørt m.a. handils- og fiskirættindisáttmála við ES. Føroyar hava í fleiri ár luttikið sjálvstøðugt sum strandarland í samráðingum og semjum við grannalond um umsiting av felags fiskastovnum á okkara leiðum í Norðuratlantshavi. Føroyar hava leingi havt eitt slag av atlimaskapi í norðurlendska samstarvinum og vit eru atlimir í IMO, FAO og UNESCO.
Føroyar virka eftir uttanríkispolitisku lógini frá 2005. Vit hava í samstarvi við danir samráðst um mørk við okkara grannar. Vit samráðast nú um rættindi til havbotn og undirgrund eisini uttanfyri 200 fjórðingar. Hoyvíkssáttmálin gjørdi Føroyar og Ísland til ein felagsmarknað.