Rundskriv um fráboðanarskyldu viðvíkjandi nevndum og ráðum


Rundskriv nr. 5 frá 6. desember 2006


um fráboðanarskyldu viðvíkjandi nevndum og ráðum
 

Vísandi til stýrisskipanarlógina § 33 stk. 2 um samskipanarstarv løgmans, verður øllum stjórnar­ráðum áløgd fráboðanarskylda fyri Løgmansskrivstovuni viðvíkjandi nevndum og ráðum.
 

§ 1. Fráboðanarskyldan fevnir um tær av hesum nevndum, sum Landsstýrið tilnevnir ein ella fleiri limir í ella hevur eftirlit við.

Kærunevndir
Óheftar nevndir, sum hava lógarheimild til at taka sjálvstøðug stig, eitt nú eftirlit
Umsóknarnevndir
Ráð, sum ikki taka fyrisitingarligar avgerðir, men sum geva øðrum myndug­leika, ofta landsstýrismanni, ráð um, hvussu ein skal bera seg at í serstøkum sum almennum málum
Nevndir, sum fyrisita sjálvstøðuga, løgfrøðiliga eind, stovnsetta av tí almenna, privatum ella báðum í felag, eitt nú partafeløg
Millumtjóðanevndir o.a. 
 

§ 2. Tá ið nevnd verður sett, skal fráboðan við hesum innihaldi verða send Løgmans­skrivstovuni:

Navn á nevnd
Endamál við nevnd
Slag av nevnd sambært § 1 í hesum rundskrivi
Lógar-, viðtøku- ella virkisgrundarlag
Tíðarfreist – t.e., nær nevnd skal hava avgreitt setning sín
Nøvn á nevndarlimum
Samsýningarupphæddir til nevndarlimir, og hvør ið rindar tær
Stk. 2. Hvat viðvíkir nevndum, ið settar eru fyri gildiskomu rundskrivsins, skal Løg­mansskriv­stovan eisini hava fráboðan um hesi viðurskifti:

Nær nevndin er sett fyrstu ferð
Um nevndin er virkin
 
§ 3. Henda broytingar í viðurskiftum, sum nevnd eru í § 2, verða eisini tær at fráboða Løgmansskrivstovuni.

§ 4. Við orðið “nevnd” í hesum rundskrivi er eisini at skilja orðið “ráð.”

§ 5. Hetta rundskriv fær gildi 1. januar 2007.


Løgmansskrivstovan, 6. desember 2006

 

Jóannes Eidesgaard

løgmaður

/Marjun Hanusardóttir

Kalendarin hjá løgmanni
mai 2013 | Í dag
Mi
Fr
Le
Su
 
 
1
2
3
4
5
7
8
9
10
11
12
14
16
17
18
19
20
21
24
25
26
Samband

Løgmansskrivstovan

Prime Minister´s Office

Tinganes

Postrúm 64

110 Tórshavn

Tlf: +298 306000

Fax: +298 306015

Teldupostur: info@tinganes.fo

 

Avgreiðslutíðir

má.- hó. 8:00 - 16:00

frí. 8:00 - 15:00

Tíðindaskriv


dirseo boadir atextlink dironfire chrome dir bestdirectory batdir frog dir