Føroya løgmaður
Kaj Leo Holm Johannesen
Kaj Leo Holm Johannesen varð valdur til løgmann 26. september 2008.
Sum løgmaður hevur Kaj Leo Holm Johannesen ábyrgd av stýrisskipanarmálum og fyrisiting.
Løgmaður fyrisitur eisini uttanríkismál.
Løgmaður samskipar starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfundar.
Á landsstýrisfundum verða m.a. øll uppskot landsstýrisins til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og eykajáttanir framløgd, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið. Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.
"Í heimssamfelagnum eru ikki bara okkara vørur, tænastur og fyritøkur í kapping. Føroyar eru eisini í kapping við umheimin um sínar egnu borgarar. Vit skulu hava eitt samfelag, har fólkið støðast og eitt samfelag, sum dregur dugnaligt fólk til sín. Tí má tolsemi ráða, og tað persónliga frælsi vera í hásæti.
Eg ynski inniliga, at øll - eisini okkara útisetar og útlendingar, sum hava búsett seg her, skulu føla seg væl í Føroyum. Mítt ynski er, at øll taka samleikan til sín og eru stolt av at kenna seg sum føroying. Okkara samleiki skal fevna um øll uttan mun til politiska sannføring, átrúna, húðalit og kynslív."
(Brot úr Nýggjársrøðu løgmans 2008)
Løgmansskrivstovan
Prime Minister´s Office
Tinganes
Postrúm 64
110 Tórshavn
Tlf: +298 306000
Fax: +298 306015
Teldupostur: info@tinganes.fo
Avgreiðslutíðir
má.- hó. 8:00 - 16:00
frí. 8:00 - 15:00