Bygnaðarbroytingar


Bygnaðarbroytingar

Starvsfólkaluttøka í sambandi við avgerandi broytingar á arbeiðsplássinum

 

Inngangur
Gott samstarv millum leiðslu og starvsfólk er ein fyritreyt fyri góðum arbeiðsumhvørvi, og at tað ber til at røkka settum málum.Tað er tí av
stórum týdningi, at leiðslan viðurkennir týdningin av at kunna starvsfólk um broytingar, ið kunnu ávirka arbeiðsviðurskifti teirra.

 

Endamál
Endamálið við eini tílíkari kunning er at skapa tryggleika á arbeiðsplássinum og, til gagns fyri arbeiðsplássið alt, geva starvsfólki møguleika at verða tikin við í ráðum, tá ið broytingar verða gjørdar.

 

Broytingar
Broytingar kunnu t.d. koma í sambandi við:
· fyriskipanarligar broytingar á stovninum
· likamligar broytingar á stovninum
· broytingar av samskipanar- ella leiðsluuppgávum
· broytingar í innanhýsis arbeiðsgongdum
· økt ábyrgd av teimum uppgávum, sum higartil hava hoyrt til arbeiðið   

Talan er um avgerandi broytingar, tá ið innihaldið í arbeiðinum broytist ella ávirkast grundleggjandi.

 

Dømi um mannagongd
Niðanfyri er dømi um mannagongd, ið kann nýtast sum fyrimynd.
Mannagongdin kann tó vera ymisk alt eftir, hvørjar broytingar talan er
um.

 

Kunning
Tá ið avgerð er tikin um at fremja avgerandi broytingar í umsitingini ella í arbeiðsgongdum, skal leiðslan kunna starvsfólkini um hetta og
endamálið við tí. Tó skal tíð vera til at umrøða málið, so sjónarmið og uppskot hjá starvsfólkunum kunnu verða tikin við í avgerðargrundarlagið, áðrenn avgerðin endaliga verður staðfest.  

Kunnað verður á hóskandi hátt, t.d. á starvsfólkafundi, við kunningarskrivi ella í samrøðu við einstaka starvsfólkið.
Samstundis eigur at verða greitt frá, nær farið verður undir sjálva broytingina, um nakað kann sigast um tað.

Í fyrsta lagi verða umboð fyri starvsfólkini kunnað, og tá ið ætlanirnar eru nóg búnar, verða øll starvsfólkini kunnað.

 

Seta í verk
Umboð fyri starvsfólkini eiga at fáa høvi at luttaka í broytingararbeiðinum, í tann mun broytingin loyvir tí. T. e. vera við til at fremja broytingarnar og verða tikin við upp á ráð, t.d. hoyrast og hava møguleika at gera tilmæli - eisini ávegis - undir skipaðum kørmum, sum eru avtalaðir frammanundan.

Allir partar eiga at vísa positivan samstarvsvilja. Men eru ósemjur, sum ikki ber til at koma ásamt um, hevur leiðslan rætt til einvegis at gera av,
um broytingar skulu fremjast, eins og tað er leiðslan, ið ábyrgdist fyri avgerðirnar.

Kalendarin hjá løgmanni
mai 2013 | Í dag
Mi
Fr
Le
Su
 
 
1
2
3
4
5
7
8
9
10
11
12
14
16
17
18
19
20
21
24
25
26
Samband

Løgmansskrivstovan

Prime Minister´s Office

Tinganes

Postrúm 64

110 Tórshavn

Tlf: +298 306000

Fax: +298 306015

Teldupostur: info@tinganes.fo

 

Avgreiðslutíðir

má.- hó. 8:00 - 16:00

frí. 8:00 - 15:00

Tíðindaskriv


dirseo boadir atextlink dironfire chrome dir bestdirectory batdir frog dir