Vilt tú vera starvslesandi í Namibia og Malavi?
Vit bjóða tær eina spennandi tíð
Til tess at byggja upp føroyskar royndir í altjóða menningarsamstarvi, bjóða Løgmansskrivstovan og íslendski menningarstovnurin, Iceida, einum føroyingi í starvsvenjing í tveimum av samstarvslondum Íslands.
Starvstíðin
Starvstíðin byrjar í juni ella juli, eftir tínum ynski, og varir í fimm mánaðir. Ætlandi verður starvsvenjingin bæði í Namibia og í Malavi, helvt um helvt í hvørjum landi.
Starvsøkið í Namibia
Tú fert serliga at fyrireika, útinna og hava eftirlit við sosialum verkætlanum hjá Iceida. Harumframt verður tú við í vanligum umsitingaruppgávum.
Starvsøkið í Malavi
Tú verður við í flestu verkætlanum hjá Iceida. Eitt nú innan vaksinundirvísing, heilsuverk og fiskivinnu. Tú fert eisini at gera kunningartilfar, útvega hagtøl og fyrireika fundir.
Faklig førleikakrøv
Tú hevur lokið fyrra part av lestri á lærdum háskúla, til dømis sum bachelor, og ert ikki eldri enn 32 ár. Tú ert stinnur í enskum og dugir væl við teldum. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til triðja heimin og til menningarsamstarv.
Persónlig førleikakrøv
Tað er umráðandi, at tú trívist í einum arbeiði, ið kann vera krevjandi likamliga og sálarliga. Tað er eisini umráðandi, at tú ert tolin og dugir væl við fólki.
Løn- og setanartreytir
Lønin er 120.000 ISK um mánaðin, og er ætlað til uppihaldsútreiðslur og lummapening. Iceida rindar fyri ferð aftur og fram úr Føroyum og fyri útreiðslur og dagpening undir ferðing. Rindað verður eisini fyri innivist í starvslandinum, fyri ferðaútreiðslur í samband við starvið og fyri allar neyðugar tryggingar. Tann starvslesandi virkar annars undir teimum starvsreglum, ið galda fyri starvsfólk hjá Iceida í útlondum.
Fleiri upplýsingar um starvið
Vilt tú frætta meira um starvið, vend tær til Løgmansskrivstovuna, Gunvør Balle, tlf. 35 10 23. Far eisini inn á heimasíðuna www.iceida.is.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, lívrensli og møguligum viðmælum skulu sendast til:
Løgmansskrivstovan
Tinganes
Box 64
FO-110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera á Løgmansskrivstovuni í seinasta lagi 8. mai 2006. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Løgmansskrivstovan
Prime Minister´s Office
Tinganes
Postrúm 64
110 Tórshavn
Tlf: +298 306000
Fax: +298 306015
Teldupostur: info@tinganes.fo
Avgreiðslutíðir
má.- hó. 8:00 - 16:00
frí. 8:00 - 15:00