Norðurlendskt umbýti av starvsfólki í landsfyrisitingini
Royn teg í øðrum norðurlandi
Norðurlendskt starvsfólkaumbýti
Ein møguleiki hjá tær í almennum starvi at arbeiða í einum øðrum norðurlandi
Norðurlendsku londini arbeiða miðvíst við at styrkja tað norðurlendska samstarvið. Vit vilja tí geva tær møguleikan at fara til annað norðurland at arbeiða eina tíð. Á henda hátt fært tú eisini møguleika at menna teg sjálvan bæði persónliga og fakliga.
”Norðurlendskt tænastumannaumbýti” er ein skipan, sum gevur alment settum starvsfólki høvi at fara til eitt av norðurlondunum at arbeiða eitt ávíst tíðarskeið. Starvsfólk gera avtalu við arbeiðsgevaran um frí við løn, og skipanin veitir stuðul til ferða- og uppihaldsútreiðslur.
Soleiðis virkar skipanin
Skipanin hevur virkað síðan 1979 og endamálið er at menna tað norðurlendska samstarvið. Hetta verður gjørt við at geva starvafólkum kunnleika til fyrisiting, lóggávu o.a. í hinum norðurlondunum.
Tað er ikki neyðugt, at starvsfólk býta um pláss við ein starvsfelaga í einum øðrum norðurlandi, tó er onki, sum forðar hesum.
Skipanin fevnir um øll alment sett starvsfólk, tað eru starvsfólk í aðalráðum og stovnum tess.
Starvsfólkið skal gera avtalu við arbeiðsgevaran, um at viðkomandi fær frí við løn úr starvi sínum. Starvsfólk, ið vilja nýta skipanina, gera sjálvi avtalu við stovn í øðrum norðurlandi.
Uppihaldið kann vara millum 1 og 8 mánaðir í einum kalendaraári. Stuðulin er kr. 9.000,- um mánaðin umframt ferðaútreiðslur aftur og fram, sum skal vera framd á bíligasta hátt.
Áðrenn 3 mánaðir eftir heimkomu, skal starvsfólkið senda Løgmansskrivstovuni eina teldutøka frágreiðing um uppihaldið umframt ein stuttan samandrátt á norðurlendskum máli, sum Løgmansskrivstovan sendir avgreiðsluskrivstovuni hjá Norðurlandaráðharraráðnum.
Umsóknir
Umsóknir um stuðul skulu um leiðsluna á stovninum, har starvsfólkið starvast, sendast Løgmansskrivstovuni.
Umsóknarblað – trýst her
Umsóknin skal innihalda váttan frá starvstaðnum í Føroyum, har sagt verður frá, at viðkomandi kann fáa tænastufrí við løn.
Umsóknarfreistin er 1. apríl. Umsóknir, sum koma inn aftaná hesa dagfesting, verða viðgjørdar í tann mun, at peningur er tøkur.
Nærri upplýsingar um skipanina fáast við at venda sær til Løgmansskrivstovuna.
Upplýsingar fáast eisini við at fara á heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni og hjá Nordisk Ministerråd:
- www.tinganes.fo og hyggja undir skjøl, útgávur o.a. tænastumannaumbýti
- www.norden.org og hyggja undir søk bidrag-bidrag- ámesvis-embedsmandsutvikling-Nordisk utbytestjänsgöring for stätstjenestemän.
Løgmansskrivstovan
Rúni Rasmussen
deildarstjóri