Samskipa politisk mál
Sambært stýrisskipan Føroya § 33 stk. 2 samskipar løgmaður starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfundar, har m.a. øll uppskot landsstýrisins til løgtingslógir og ríkislógartilmæli o.a. verða framløgd, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið.
Landsstýrisfundir eru sostatt ásettir í stýrisskipanini og eru týdningarmesta amboðið at fáa heild og samanhang í politikkin og ikki minst til tess at tryggja samljóð í landsstýrinum.
Landsstýrisfundirnir eru kjarnin í landsstýrisarbeiðinum.
Landsstýrisfundir
Endamálið við regluligum landsstýrisfundum er, at løgmaður samskipar politikk landsstýrisins og tryggjar landsstýrinum hóskandi kunning og møguleika at umrøða og viðgera týðandi viðurskifti og mál, ið skulu fara fram á ymsu málsøkjunum.
Løgmaður skipar landsstýrisfundirnar. Er løgmaður burturstaddur ella av øðrum orsøkum hevur forfall, skipar varaløgmaður fyri fundunum. Umframt landsstýrismenninar eru løgmansstjórin og ráðgevi í Løgmansskrivstovuni á fundunum.
Tá ið árliga fíggjarlógaruppskotið er fyri á landsstýrisfundi, er aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum ella annar í hansara stað eisini til staðar undir viðgerðini av málinum.
Í serligum førum kann landsstýrismaður, eftir avtalu við løgmann, hava embætisfólk ella onnur við á fundin.
Tá løgtingsmál er klárt at leggja fyri Løgtingið, tekur Løgmansskrivstovan stig til formligan landsstýrisfund samsvarandi stýrisskipan Føroya § 33 stk. 2.
Møtiskylda
Landsstýrismenn hava møtiskyldu. Góðar grundir skulu vera fyri ikki at møta, t.d. vegna arbeiðsørindi uttanlands. Fær landsstýrismaður ikki møtt á fundi, skal tað í góðari tíð boðas Løgmansskrivstovuni frá hesum.
Mál
Á landsstýrisfundi eiga mál sum hesi at verða løgd fyri:
• Uppskot til lógir og samtyktir at leggja fyri Løgtingið
• Fíggjarlógaruppskot, eykafíggjarlóg, eykajáttanarlógir og fíggjarnevndarskjøl
• Kunngerðir
• Frásagnir at leggja fyri Løgtingið um týdningarmikil viðurskifti og evni, t.d. frágreiðingar um vinnupolitikk, búskaparpolitikk, almannapolitikk, fiskivinnupolitikk o.t.
• Løgmansfrágreiðing og løglisti
• Mál til aðalorðaskifti
• Størri politiskar ætlanir, tiltøk ella fundir, ið hava víðfevnandi ella altjóðalig eyðkenni
• Mál, ið gerast áleikandi, tí tey t.d. við eitt fáa politiskan týdning og/ella verða viðgjørd í fjølmiðlunum, og sum landsstýrið má hava eina felags støðu til
• Týdningarmikil mál, sum at seta ráð, nevndir og almennar stjórar
• Størri bygnaðarbroytingar og flyting av stovnum
Viðgerð
Til tess at fáa eina nøktandi viðgerð á landsstýrisfundi er neyðugt, at avvarðandi stjórnarráð fyrireikar málið, um neyðugt eisini tvørvegis av stjórnarráðunum, áðrenn tað kemur fyri á landsstýrisfundi.
Viðgerð á landsstýrisfundi verður sum meginregla grundað á skrivligt tilfar sum upprit, álit ella lógaruppskot.
Skrivligt tilfar um mál, ið eisini fevnir um ella fær avleiðingar fyri málsøki hjá øðrum landsstýrismanni, skal hava møguligar viðmerkingar ella átekning um, at ongar viðmerkingar eru frá viðkomandi stjórnarráði.
Er ætlanin, at politisk støða skal takast til málið, eigur skrivliga tilfarið at lýsa tað, ið landsstýrismaðurin ætlar. Ætlar landsstýrismaðurin einans at gáa eftir, hvørja hugsan landsstýrið hevur um ávísar spurningar, áðrenn tað sjálvt tekur samanum, er ikki neyðugt, at niðurstøðan er eins ítøkilig.
Landsstýrið tekur meginregluliga ikki felags avgerðir í einstøkum málum. Landsstýrið sameinar sjónarmið og viðger viðurskifti og mál, ið løgmaður ella landsstýrismaðurin einsamallur ger av.
Frásøgn og kunning
Ein stutt avgerðarfrásøgn við niðurstøðum verður skrivað og send landsstýrismonnumum og aðalstjórum í trúnaði við tilfarinum til næsta landsstýrisfund. Uppskot til frásøgn verður send landsstýrismonnunum dagin eftir fundin til tess at tryggja eina felags fatan av niðurstøðunum.
Eftir landsstýrisfundin letur løgmaður út boðskap, ið er grundaður á tað, ið farið er fram á landsstýrisfundi.
Serligir landsstýrisbólkar
Í serliga torførum politiskum málum kann bólkur av landsstýrismonnum, til dømis ein frá hvørjum flokki, verða settur at greiða mál til tess at lætta um viðgerðina á landsstýrisfundi. Tá skal embætisfólk helst vera til staðar m.a. fyri at staðfesta niðurstøður frá fundunum.
Mannagongdir
Tað er umráðandi, at málini eru væl fyrireikað og gjølla viðgjørd bæði politisk og fyrisitingarliga, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið. Tí verður henda mannagongd at fylgja:
1. Áðrenn farið verður undir at evna til lógaruppskot, skal landsstýrismaðurin tryggja sær, at høvuðsendamálið við uppskotinum samsvarar við politikk landsstýrisins á økinum. Landsstýrismaðurin skrivar eitt stuttorðað og nágreiniligt upprit. Leisturin: “Upprit til landsstýrisfund” verður brúktur.
2. Hvønn hósmorgun kl. 8.30 er fyrireikandi fundur til landsstýrisfundin á stjóraráðsstigi. Løgmansskrivstovan ger skrá, og skráin verður, saman við landsstýristilfari, send stjórnarráðunum mikudag seinnapart. Tilfar um málini skulu verða Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mikumorgun kl. 8.00.
3. Politiskur landsstýrisfundur er hvønn mánamorgun kl. 9.00. Løgmaður ger av, hvørji mál verða sett á dagsskrá. Skráin verður send landsstýrismonnunum saman við tilfarinum fríggjadag áðrenn kl. 12.00. Mál, ið ikki eru fráboðað, kunnu ikki væntast viðgjørd.
4. Fær landsstýrismaðurin undirtøku fyri at arbeiða víðari við málinum, verður lógaruppskot evnað til. Stjórnarráðið hevur ábyrgdina av, at uppskotið er í lagi málsliga, innihaldsliga og sambært rundskrivinum um lógarsmíð og § 37 í Tingskipan Føroya løgtings.
5. Stjórnarráðið skal tryggja, at lógaruppskotið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi pørtum við hóskandi freist, og at tað er løgfrøðiliga og málsliga lýtaleyst.
6. Lógaruppskot, sum viðvíkja landsins roknskaparverki, skulu sambært kunngerð um roknskaparverk landsins o.a. góðkennast av Føroya gjaldstovu. Fevnir uppskotið um ella fær avleiðingar fyri málsøkið hjá øðrum landsstýrismanni, skal tað latast avvarðandi stjórnarráði til ummælis.
7. Lógaruppskotið verður lagt fram á politiskum landsstýrisfundi. Tá ið tað skal á skrá, skal tað sendast Løgmansskrivstovuni á
fundur@tinganes.fo í seinasta lagi kl. 8.00 mikumorgun fyri fundin mánadag.
8. Fær landsstýrismaðurin undirtøku fyri uppskotinum á politiskum landsstýrisfundi, verður tað latið samgonguflokkunum til kunningar og møguligar viðmerkingar. Løgmansskrivstovan kunnar avvarðandi stjórnarráð um møguligar viðmerkingar frá flokkunum.
9. Tá ið lógaruppskotið er klárt at leggja fyri Løgtingið, verður tað í endaligum líki sent til
formfundur@tinganes.fo við átekning um, at tað er klárt at leggja fyri formligan landsstýrifund, Eftir formliga landsstýrisfundin boðar Løgmansskrivstovan stjórnarráðnum frá, at uppskotið er greitt at lata Løgtinginum.
10. Avvarðandi stjórnarráð avgreiðir beinanvegin lógaruppskotið til Løgtingið og letur samstundis Løgmansskrivstovuni í telduposti til
formfundur@tinganes.fo avrit av uppskotinum við løgtingsnummarinum áteknað.
Hetta kemur í staðin fyri “Samskipa politisk mál frá 3. oktober 2008.”
Í Tinganesi 4. januar 2010
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður
/
Marjun Hanusardóttir
løgmansstjóri