LANDSSTÝRISFUNDUR, 17. november 2003
Á landsstýrisfundinum í dag vóru m.a. hesi evni fyri:
• Landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum leggur fram upprit um nýggja lóg um Húsalánsgrunnin
• Landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum leggur fram upprit um framtíðarviðurskiftini hjá apoteksverkinum
• Landsstýrismaðurin í mentamálum leggur fram upprit um Mentanargrunn Landsins
• Landsstýrismaðurin í mentamálum leggur fram upprit um lóg fyri Granskingargrunnin
• Landsstýrismaðurin í mentamálum leggur fram upprit um at gera broytingar í lógargrundarlagnum hjá sjálvsognarstovninum Fróðskaparsetur Føroya
• Landsstýrismaðurin í mentamálum leggur fram upprit um at skipa Bókamiðsøluna sum sjálvsognarstovn
• Landsstýrismaðurin í vinnumálum leggur fram upprit um status hjá ymsum grunnum og stovnum í mun til fíggjarlóg og landsroknskap
• Landsstýrismaðurin í almannamálum leggur fram upprit um at broyta løgtingslóg nr. 49 frá 15. juni 1950 um føroyskan happadrátt
• Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum leggur fram uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans
• Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur fram uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin)
• Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur fram uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya
• Landsstýrismaðurin í vinnumálum leggur fram uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Vinnuframagrunn
• Landsstýrismaðurin í vinnumálum leggur fram uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (frítíðarløn)
• Landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum leggur fram upprit um at seta í verk eina kanning av viðurskiftum viðvíkjandi fosturtøkum og at seta á stovn eina ráðgevaratænastu fyri mammur/foreldur
• Landsstýrismaðurin í mentamálum leggur fram upprit um at byggja háskúladepil á Sandi
• Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum leggur fram upprit um at taka av løgtingslóg nr. 84 frá 28.05.1996 um stuðul til menning av fiskivinnu á landi og í staðin seta í gildi løgtingslóg um stuðul til førleikamenning innan fiskivinnuna
• Landsstýrismaðurin í oljumálum leggur fram uppskot til kunngerð um jarðfrøðilig viðurskifti í sambandi við góðkenning av dýpdarboringum
Upplýsingar um omanfyrinevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrismanni.
Løgmansskrivstovan
Prime Minister´s Office
Tinganes
Postrúm 64
110 Tórshavn
Tlf: +298 306000
Fax: +298 306015
Teldupostur: info@tinganes.fo
Avgreiðslutíðir
má.- hó. 8:00 - 16:00
frí. 8:00 - 15:00