Føroyanevndin hjá Fólkatinginum á vitjan í Tinganesi


Fyrrapartin í dag 28. august vitjaði Føroyanevndin hjá Fólkatinginum úti í Tinganesi, har tey hittu varaløgmann, Anniku Olsen.


Annika Olsen legði út við at greiða frá politisku og fíggjarligu viðurskiftunum í Føroyum og avbjóðingunum fyri framman. Síðani var gott og opið orðaskifti um ymisk føroysk viðurskifti og serliga viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
 

Endamálið við ferðini hjá Føroyanevndini er, at limirnir skulu fáa møguleika fyri at seta seg inn í og skifta orð um aktuel fíggjarlig, politisk, vinnulig og mentanarlig evni við føroyskar politikarar og myndugleikar.
 

Skráin fyri vitjanini hjá Føroyanevndini kann síggjast her og eitt yvirlit yvir limirnar í Føroyanevndini sæst her.


« Aftur
Kalendarin hjá løgmanni
mai 2013 | Í dag
Mi
Fr
Le
Su
 
 
1
2
3
4
5
7
8
9
10
11
12
14
16
17
18
19
20
21
24
25
26
Samband

Løgmansskrivstovan

Prime Minister´s Office

Tinganes

Postrúm 64

110 Tórshavn

Tlf: +298 306000

Fax: +298 306015

Teldupostur: info@tinganes.fo

 

Avgreiðslutíðir

má.- hó. 8:00 - 16:00

frí. 8:00 - 15:00

Tíðindaskriv


dirseo boadir atextlink dironfire chrome dir bestdirectory batdir frog dir