Aðalstjórastørvini í Vinnumálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum eru lýst leys


Løgmansskrivstovan lýsir nú aðalstjórastørvini í Vinnumálaráðnum og í Fíggjarmálaráðnum leys at søkja. Talan er um tvey spennandi størv. Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum og hevur m.a. ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av stjórnarráðnum.
Stór krøv eru til førleikarnar hjá aðalstjórunum. Talan er um kandidatútbúgving frá lærdum háskúla, týðandi leiðsluroyndir, góðar leiðsluførleikar og góðar samskiftisførleikar. Í lýsingini og tilhoyrandi starvs- og persónsprofilum sæst meira um hetta.
Umsóknarfreistin er 3. september 2012 kl. 12.00. Løgmaður setur størvini í samráð við avvarðandi landsstýrismann.
Størvini verða sett frá 1. desember 2012 ella eftir nærri avtalu.
Løgmansskrivstovan

 

Sí: Starvslýsing eftir aðalstjórum til Vinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið
Sí: Starvs- og persónsprofilur til aðalstjórastarvið í Fíggjarmálaráðnum
Sí: Starvs- og persónsprofilur til aðalstjórastarvið í Vinnumálaráðnum
 


« Aftur
Kalendarin hjá løgmanni
juni 2013 | Í dag
Mi
Fr
Le
Su
 
 
 
 
 
1
2
4
5
7
8
9
24
25
26
27
28
29
30
Samband

Løgmansskrivstovan

Prime Minister´s Office

Tinganes

Postrúm 64

110 Tórshavn

Tlf: +298 306000

Fax: +298 306015

Teldupostur: info@tinganes.fo

 

Avgreiðslutíðir

má.- hó. 8:00 - 16:00

frí. 8:00 - 15:00

Tíðindaskriv


dirseo boadir atextlink dironfire chrome dir bestdirectory batdir frog dir